Uganda
| |||
Tjóðarslagorð: For God and My Country | |||
Tjóðsangur: Oh Uganda, Land of Beauty | |||
Alment mál | Enskt, Swahili | ||
Høvuðsstaður | Kampala | ||
Forseti | Yoweri Museveni | ||
Varaforseti | Jessica Alupo | ||
Fullveldi | 9. oktober 1962 (frá Stóra Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
236,040 km² 15.39 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
35 873 253 137.1/km² | ||
Gjaldoyra | Ugandiskur skillingur (UGX) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ug | ||
Telefonkota | +256
| ||
Uganda (enskt; Republic of Uganda, swahili; Jamhuri ya Uganda), ella Lýðveldið Uganda er stórt land í Eysturafrika við umleið 36 mió. íbúgvar.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið farið var at leggja jarnbreytir í 1931, fingu túsundtals ugandarar arbeiði. Í Uganda fekk jarnbreytafelagið sær eisini arbeiðarar úr Asia, sum vórðu sendir heimaftur, tá ið arbeiðið varð liðugt.
Fyri tað, at Uganda loysti frá Bretlandi, var tað ríkt land. "Perlan í Afrika" kallaði kendi politikarin Winston Churchill tað. Men í 1986 var landið oyðilagt og á húsagangi. Frá 1971 til 1979 stýrdi rái einaræðisharrin Idi Amin landinum. Túsundtals menniskju vórðu jagstrað og myrd. Evropearar og ásiatar vórðu riknir av landinum, og hald varð steðgað, tá ið umheimurin varnaðist, hvussu rotið og harðrent Idi Amin-stýrið var. Í 1979 varð Idi Amin rendur frá og flýddi, men viðurskiftini batnaðu ikki fyrr enn í 1986, tá ið Yoweri Museveni kom til valdið og gjørdist forseti í landinum. Uganda stríðist nú við at endurreisa búskapin og fáa í gildi fólkaræðiliga stýrisskipan.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Ídnaður
[rætta | rætta wikitekst]Oljuvinna
[rætta | rætta wikitekst]Í Uganda eru ovurstórar nøgdir av olju funnar, og í 2009 byrjar beinhørð kapping millum heimsins størstu oljufeløg, ið síggja sær møguleika fyri vinningi í landinum. Startskotið til hetta var í januar 2009, tá kanadiska oljufelagið Heritage Oil fann tað, sum helst er størsta fund á landi sunnanfyri Sahara. Hetta fund ber heitið "Giraffe 1", og metingin sigur, at har finnast í minsta lagi 400 milliónir tunnur av olju. Síðan hava útlendsk oljufeløg funnið tíggjutals onnur fund har vesturi í Uganda. Til samanberingar kann nevnast, at í sjeytiárunum vóru oljufundini í Norðsjónum 400 milliónir tunnur. Nýggjasta metingin haðani er, at umleið 20 milliónir tunnur eru eftir, áðrenn liðugt er við olju úr Norðsjónum. Kandiska Heritage Oil hevur borað átjan brunnar í Uganda, og í øllum brunnunum varð olja funnin. Síðsta oljufelag, ið fann olju í Uganda, var írsk-bretska Tullow Oil í august 2009. Hetta felag metir, at minst 700 milliónir tunnur eru í vestara partinum av Uganda.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Mannarættindi
[rætta | rætta wikitekst]Samkynd
[rætta | rætta wikitekst]Tingið í Uganda hevur fyrireikað eina lóg, sum loyvir mismuni og hatri mótvegis samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Lógin, ið verður rópt Anti-Homosexuality Bill hevur verið ávegis síðani 2009. Umrødda lógin heimildar mismuni mótvegis teimum, ið eru, ella kunnu hugsast at vera, samkynd. Núverandi revsilóg í Uganda forbjóðar longu, at fólk av sama kyni eru saman kynsliga, men nýggja lógaruppskotið er nógv meira víðgongt. Lógaruppskotið leggur upp til deyðarevsing fyri provokerandi samkyndleika, ger tað revsivert, um man ikki innan 24 tímar fráboðar, at man veit um ein samkyndan og kann geva sjey ára fongsulsrevsing fyri at arbeiða fyri rættindunum hjá samkyndum, tvíkyndum ella transpersónum. Sudan, Jemen, Móritania, Iran og Saudiarábia hava longu sett deyðarevsing í verk fyri samkyndleiki [1].
Í Uganda verður arbeitt við einari lóg, sum skal gera tað revsivert við deyðadómi at vera samkyndur við HIV, og revsivert við lívlangari fongsulsrevsing at gifta seg við einum av sama kyni. Barack Obama hevur kalla lógaruppskotini andstygilig, men mest víðgongdu røddirnar í Uganda vilja enn gera lógirnar veruleika. Uganda samtykti í 2014 eina lóg sum ger at samkynt kunnu revsast við upp til lívlongum fongsli. Lógin ger tað eisini revsivert ikki at melda tann sum er undir illgruna fyri at vera samkyntur í Uganda, og lógin er fordømd av so at siga øllum Vesturheiminum. Noreg og USA hava millum annað steðga allari peningaligari hjálp til landið. Allir samkyntir ugandarar fáa friðskjól í Skotlandi [2].
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-26. https://web.archive.org/web/20120626010651/http://current.com/entertainment/wtf/89592119_in-7-countries-homosexuality-the-death-penalty.htm. Heintað 2012-08-11.
- ↑ http://www.heraldscotland.com/news/home-news/scots-bid-to-offer-ugandan-gay-law-asylum.23551827