Svasiland
| |||
Tjóðarslagorð: <<Siyinqaba>> | |||
Tjóðsangur: <<Nkulunkulu Mnikati wetibusiso tema>> | |||
Alment mál | Enskt, Siswati | ||
Høvuðsstaður | Mbabane | ||
Kongur | Mswati III | ||
Forsætisráðharri | Cleopas Dlamini | ||
Fullveldi | 6. september 1968 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17,363 km² 0,9 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
1 370 424 67/km² | ||
Gjaldoyra | Lilangeni (SZL) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sz | ||
Telefonkota | +268
| ||
Svasiland ella Kongsveldið Svasiland er lítið land í syðra-Afrika við umleið 1,3 mió íbúgvar. Lítla landið liggur millum Suðurafrika og Mosambik.
Í 2018 varð almenna navnið broytt til Kongsveldið Eswatini (enskt: Kingdom of Eswatini, swazi Umbuso weSwatini.[1] Tá ið landið hevði itið Svasiland í 50 ár sum sjálvstøðugur statur, gjørdi kongur av, at navnið Svasiland minti ov nógv um hjálandatíðina, áðrenn Svasiland fekk sjálvstýri frá Stóra Bretlandi í 1968. Nýggja navnið merkir landið hjá fólkaættini swazi.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Kongurin í Svasiland hevur stórt vald: Han er ríkisovasti og velur flestu tinglimirnar. Sum dømi um, hvussu nógv vald, hann hevur, er kongsheiti hansara, Ngwenyama, sum merkir leyva. Mswati III kongur telist ímillum teir ríku statsleiðararnar í Afrika og er smbr Forbes góður fyri $ 200 mió USD. Miðal ársinntøkan hjá hvørjum íbúgva í Eswatini liggur undir 10 kr um dagin.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Kongsveldið Svasiland hevur nógv samband við máttmikla grannalandið - tað fær alla orkuveiting sína úr Suðurafrika, og suðurafrikanarar eiga stóran part av ídnaðinum. Týdningarmesta útflutningsvøran er sukurrør, men landið flytur eisini út við, kol og asbest.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 26°30′0″S 31°30′0″E / 26.50000°S 31.50000°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Swaziland king renames country 'the Kingdom of eSwatini', bbc.com, 19. apríl 2018