Yell
Yell †Jala | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 212 km² |
Vatn | - %
|
Umsiting | |
Land | Hetland |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 957 (2001)
|
Yell (eldri Jala ella Jela) er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Yell er næstørsta oyggin í Hetlandi, 27 km long, 11 km breið, og hevur triðflest íbúgvar (eftir Mainland og Whalsay), í 2001 hevði oyggin 957 íbúgvar.
Landslag og djóralív
[rætta | rætta wikitekst]Ikki er greitt hvat navnið merkir, men hildið verður, at tað kann upprunaliga vera av piktiskum uppruna. Norðbúgvar kallaðu oynna Gjall, ið sipar til berligt landslag, men hinvegin kann heitið Jala ella Jela hava merkt "hvíta oyggj" sipandi til tær hvítu skeljasands strendurnar kring oynna.
Hægsta fjallið er Hill of Arisdale (før. Argisdals Heyggjur) 210 m.
Búseting
[rætta | rætta wikitekst]Bygdirnar á Yell liggja fram við strondini, tær størru eru Burravoe, Mid Yell, Cullivoe og Gloup, og smærru bygdirnar eru Ulsta, Gutcher, Aywick, West Yell, Sellafirth, Copister, Camb, Otterswick, og West Sandwick.
Ferðasamband
[rætta | rætta wikitekst]Ferjusamband er frá Ulsta á Yell til Toft á Mainland, og frá Gutcher á Yell til Belmont á Unst og til Hamars Ness á Fetlar.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Windhouse, har spøkir ringast í Hetlandi. Jakob Jakobsen sigur at upprunaliga norrøna navnið var 'Vindási'
-
Torvskurður á Yell
-
Bygdarsavnið 'Old Haa Museum'
-
The Ness of Sound, eitt av mongum nesjum bundið at meginoynni av eini oyru
-
Vetrarsól yvir Basta á eystursíðuni
-
Eins og aðrastaðni í Hetlandi og Norður Skotlandi, hevur Yell upplivað avfólking og minkandi fólkatal; her sæst oman á avtoftaðu bygdina Bouster.
-
Toftirnar av eini 'Broch' (borg) síggjast á Holm of Copister