Rheinland-Pfalz
Rheinland-Pfalz | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Grunddáta | |
Land: | Týskland |
Alment mál: | týskt |
Høvuðsstaður: | Mainz |
Størsti býur: | Mainz |
Stovnað: | 30. august 1946 |
Forsætisráðharri: | Maria Luise Dreyer (SPD) |
Vídd: | 19.854,21 km² |
Íbúgvar (2018): | 4.084.844 |
fyri km²: | |
Tíðarzona: | UTC +1/+2 |
Heimasíða: | www.rlp.de |
Kort yvir Rheinland-Pfalz | |
Rheinland-Pfalz (týskt: Land Rheinland-Pfalz, stytt: RP ella RLP; enskt: Rhineland-Palatinate) er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi.
Stakríkið, ið liggur langt vesturi í Týsklandi, hevur mark við Belgia og Luksemborg í vestri og við Frakland sunnanfyri. Lutstaturin er meiri enn 19.800 km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 4 mió íbúgvar.[1][2] Harvið er hann tann 9. størsti í Týsklandi eftir vídd og eftir fólkatali.
Høvuðsstaður og størsti býur í Rheinland-Pfalz er Mainz. Aðrir stórir býir eru Ludwigshafen, Koblenz, Trier, Kaiserslautern, Worms, Neuwied, Neustadt an der Weinstraße og Speyer.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Bygningur hjá stjórnini í stakríkinum (Staatskanzlei) í høvuðsstaðnum Mainz.
-
Bygningur hjá landstinginum (Landtag) í høvuðsstaðnum Mainz.
-
Gutenberg-savnið í Mainz.
-
Gutenberg-standmynd í Mainz.
-
Dómkirkjan í Mainz.
-
Borgliðið Porta Nigra í Trier.
-
Dómkirkjan í Speyer.
-
Dómkirkjan í Worms.
-
Kleystrið Maria Laach.
-
Goskeldan á Namedy-hálvoynni (Namedyer Sprudel á týskum) nærindis Andernach.
-
Víngarður í Ríndalinum.
-
Burg Rheinstein eitur henda borgin í Ríndalinum, ið er ein av mongum um hesar leiðir.
-
Burg Eltz er ein av teimum kendastu borgunum úr Miðøldini í Týsklandi.
-
Deutsches Eck kallast staðið í Koblenz, har Ríná og Moselá møtast.
-
Nürburgring úr erva.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, rlp.de
- Rheinland-Pfalz, wikivoyage.org (á týskum)
- Rhineland-Palatinate, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 49°54′47″N 07°26′59″E / 49.91306°N 7.44972°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Einwohnerzahl der Bundesländer in Deutschland 2018, de.statista.com
- ↑ Themen / Statistiken, regionalstatistik.de
|
Baden-Württemberg
|
Bayern
|
Berlin
|
Brandenburg
|
Bremen
|
Hamburg
|
Hessen
|
Mecklenburg-Vorpommern
|
Niedersachsen
|
Nordrhein-Westfalen
|
Rheinland-Pfalz
|
Saarland
|
Sachsen
|
Sachsen-Anhalt
|
Schleswig-Holstein
|
Thüringen
|