Piacenza
Flagg | Skjaldarmerki |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Italia |
Landslutur: | Emilia-Romagna |
Vídd: | 118,24 km2 |
Íbúgvar (2014): | 102 385 |
Íbúgvar fyri km²: | |
Borgarstjóri: | Paolo Dosi[1] |
Heimasíða: | www.comune.piacenza.it |
Piacenza (emilianeisiskt mál: Piasëinsa) er ein býur og kommuna í regiónini Emilia-Romagna í Norðuritaliu, og er høvuðsstaður í landslutinum Piacenza. Býurin liggur 80 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 30. april 2014 búðu 102 385 fólk har.
Piacenza liggur á háslættanum við ánna Po ánna hevur mark til kommunurnar Calendasco, Caorso, Caselle Landi, Corno Giovine, Gossolengo, Gragnano Trebbiense, Podenzano, Pontenure, Rottofreno, San Rocco al Porto og Santo Stefano Lodigiano.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Býurin Piacenza varð stovnaður í 218 f.Kr. sum eitt rómverskt hjáland, Colonia Placentia, og gjørdist eitt týðandi knútapunkt í tí rómversku vegaskipanini á Poslættuni. Býurin gjørdist partur av ríkinum hjá langobarnenum og frankunum og bleiv stýrdur av biskupum frá 997. Í 1100-talinum gjørdist Piacenza sjálvstøðug tjóð og blómaði í 1200-talinum orsakað av einum ríkum handilslívi. Piacenza hoyrdi til lombardiska statsforbundið og kom í 1512 undir húsið Visconti, sama ár vann pávin Julius II valdið á býnum, sum tíðarskeiðini 1545-1808 og 1814-1860 var partur av hertugadøminum Parma og Piacenza.[2]
Vinarbýir
[rætta | rætta wikitekst]Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Íl Gotico: Ráðhúsið í Piacenza
-
Dómkirkjan í Piacenza
-
Brúgvin yvir ánna Po og Milano-Bologna jarnbreytin. Myndin er frá 1865.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Il ballottaggio minuto per minuto. I commenti, le immagini, le voci". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-03-24. https://web.archive.org/web/20150324180607/http://www.piacenza24.eu/Politica/41114-Paolo+Dosi+%E8+il+nuovo+sindacoAstensionismo+record%3A+-17%25+-+VIDEO.html. Heintað 2015-01-22.
- ↑ Nationalencyklopedin