Norðuratlantsbólkurin
Appearance
Norðuratlantsbólkurin (NAB) á fólkatingi hevur føroyskt og grønlendskt sjálvstýri sum yvirskipað mál, men bólkurin arbeiðir við øllum málum, sum eru til frama fyri grønlendska og føroyska fólkið.
Mál
[rætta | rætta wikitekst]Yvirskipaða málið hjá bólkinum er, at Grønland og Føroyar vinna sítt fulla sjálvstýri, og á fólkatingi skulu teir tríggir limirnir standas saman um mál og viðurskifti, har Føroyar og Grønland hava felags áhugamál. Tað snýr seg millum annað um hesi viðurskifti:
- At virka fyri fullari viðurkenning av, at grønlendska og føroyska fólki eru tjóðir, og at tær hava tey rættindi, sum tjóðir hava sambært fólkarættinum.
- At fáa innlit í teir sáttmálar, sum Danmark hevur gjørt við NATO og USA um at nýta Grønland og Føroyar til hernaðarlig endamál, og at virka fyri, at grønlendska og føroyska fólki framyvir fáa avgerðarrættin yvir sínum londum, eisini tá um hernaðarviðurskifti ræður.
- At virka fyri, at grønlendskt og føroyskt í altjóða høpi fáa støðu sum tjóðarmál Grønlands og Føroya.
- At virka fyri, at føroyingar og grønlendingar, sum búgva í Danmark, fáa tey rættindi, ið teir, sum etniskur minniluti í einum ES-landi, hava rætt til sambært ES-lóggávu.
Bólkurin fer annars - so langt sum orkan røkkur - at arbeiða fyri øllum teimum málum, sum eru til gagns fyri føroyingar og grønlendingar á øllum økjum. Har teir einstøku limirnir hava serlig áhugamál, sum ikki eru í samsvari við hinar limirnar, stendur teimum frítt at virka fyri hesum.