Kyriakos Mitsotakis
Appearance
Kyriakos Mitsotakis (grikskt: Κυριάκος Μητσοτάκης, føddur 4. mars 1968 í Aten) er grikskur politikari, sum hevur verið forsætisráðharri í Grikkalandi síðan 2019.
Mitsotakis hevur eina leiðsluútbúgving á master-stigi (MBA) frá Harvard Universitetinum (Harvard Business School) í 1995.[1] Í 2004 varð hann á fyrsta sinni valdur í grikska tjóðartingið. Hann hevur verið leiðari fyri konservativa flokkin Nýtt demokrati síðan 2016. Síðan 8. juli 2019 er hann forsætisráðharri í Grikkalandi.[1][2]
Undanmaður hjá Kyriakos Mitsotakis sum forsætisráðharri var Alexis Tsipras.
Kyriakos Mitsotakis er sonur Konstantinos Mitsotakis, sum var forsætisráðharri Grikkalands frá 1990 til 1993.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Kyriakos Mitsotakis, hellenicparliament.gr (á enskum)
- Kyriakos Mitsotakis, twitter.com
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 Kyriakos Mitsotakis, hellenicparliament.gr
- ↑ Tsipras hands over power to Mitsotakis, ekathimerini.com, 8. juli 2019 (á enskum)