Kansas City (Missouri)
Appearance
Kansas City (stytt KC ella KCMO) er stórbýur í amerikanska statinum Missouri.
Býurin liggur báðumegin Missouriá, á markinum millum Missouri og Kansas, í vestara parti av stakríkinum. Ein býur við tí sama navninum liggur beint hinumegin markið í grannastatinum Kansas. Saman mynda teir eitt stórt býarøki sum kallast Kansas City Metropolitan Area.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Kansas City varð grundlagdur í 1853 og er í dag størsti býur í staríkinum, framman fyri næststørsta býin St. Louis, sum liggur í eystara parti av Missouri. Í 2019 búðu í Kansas City nærum 500 túsund fólk.[1]
Kend fólk
[rætta | rætta wikitekst]- Burt Bacharach, klaverleikari og sangskrivari
- Count Basie, tónleikari
- Scott Corbett, rithøvundur
- Walt Disney, filmsframleiðari
- Ernest Hemingway, rithøvundur
- Richard B. Myers, generalur
- Charlie Parker, jazztónleikari
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: kcmo.gov
- Kansas City, Missouri, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 39°6′4.68″N 94°34′38.64″W / 39.1013000°N 94.5774000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Missouri , citypopulation.de