Jump to content

Jón Pauli Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jón Pauli Olsen.

Jón Pauli Olsen (føddur 17. august 1968) úr Vági er venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Føroyum, hann tók við starvinum í september 2012. Hann er fyrrverandi fótbóltspælari úr Vági. Jón Pauli er giftur við Sirið Stenberg úr Vági.

Lívsleiðin sum venjari

[rætta | rætta wikitekst]

Venjari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba, VB og VB/TB

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen var venjari hjá VB/Sumba í 2009, tá VB/Sumba vann 1. deild og rykti upp í bestu mansdeildina. Jón Pauli Olsen helt fram sum venjari tá gamla felagið VB/Sumba fór í søguna 31. desember 2009 og nýggja liðið FC Suðuroy varð stovnað og skuldi leika í Vodafonedeildini sum einasta av Suðuroyar liðunum.[1][deyð leinkja] Jón Pauli vandi eisini VB/Sumba í 2007 og 2008. Hann varð venjari alt kappingarárið. FC Suðuroy flutti niður aftur í 1. deild eftir bert eitt ár í bestu deildini. Nýggjur venjari varð síðan settur til 2011.

Jón Pauli hevur drúgvar royndir sum venjari og hjálparvenjari. Hann royndi seg fyrstu ferð sum venjara sum 19 ára gamal, tá hann vandi ungdómsdeildina. Í 2005 byrjaði hann aftur sum venjari, hesaferð vandi hann felagsdreingjaliðið VB/TB saman við Milan. Úrslitini vóru sera góð. Fyrsta árið vann liðið gull, og árið eftir vóru teir greipuvinnarar.[2][deyð leinkja].

Landsliðsvenjari

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen gjørdist venjari hjá føroyska U19 landsliðnum hjá gentum í apríl 2012.[1] Hann var venjari hjá teimum til hann gjørdist venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í september 2012. Fyrsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum við Jón Paula sum venjara var leiktur 28. november 2012 móti Luksemburg á útivølli, talan var um ein vinardyst. Føroyar vann dystin 6-0.[2] Dysturin gjørdist søguligur, tí eitt heimsmet varð sett í 61. minutti, tá ið tá 17 ára gamla Eyðvør Klakkstein úr KÍ varð skift inn. Mamma hennara, tá 39-ára gamla Bára Skaale Klakkstein, var nevniliga við longu frá byrjan av dystinum, og teir síðstu 30 minuttirnar av dystinum spældu møðgurnar landsdyst saman, og tað var fyrstu ferð í søguni, at tað er hent í einum landsdysti, at móður/dóttir ella faðir/sonur spæla landsdyst á sama liðið í senn.[3]

Í apríl 2013 luttók føroyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð til eina HM undankapping, ein "premliminary round". Føroyar var í bólki B saman við Georgia, Litava og Montenegro. Føroyar vann tveir dystir og spældi ein dyst javnan. Liðið fekk 7 stig og vann klárt B bólkin. Tvey tey fremstu liðini komu víðari í hvørjum bólki, í B bólkinum vóru tað Føroyar við 7 stigum og Montenegro við 5 stigum, ið komu víðari. Jón Pauli var venjari til hesa kapping,[4] hjálparvenjari var Ingun Hansen.

UEFA A venjaraprógv

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen fór í februar 2010 undir útbúgving til UEFA A venjara, frammanundan hevði hann UEFA B venjaraprógv.[3][deyð leinkja].

Lívsleiðin sum fótbóltsleikari

[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltsleikari í Føroyum og Danmark

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen leikti øll ungdómsárini við VB og seinni sum vaksin spældi hann við VB og seinni VB/Sumba. Hann spældi mest sum álopsleikari men eisini á miðvøllinum og nakrar ferðir eisini í verjuni. Nøkur ár í 1990'unum búði Jón Pauli í Danmark, har hann var í lestarørindum. Tey árini leikti hann við KB, ÍF Føroyar og B93, men fleiri ferðir vóru boð eftir honum at leika við VB og so fleyg hann heim at spæla dyst við VB. Í 1993 spældi hann alla seinnu hálvuna við VB, sjálvt um hann búði í Danmark.[4][deyð leinkja].

Toppskorari í 1990

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1990 var Jón Pauli Olsen mest skorandi leikari í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Jón Pauli er bert 3 mál aftanfyri mest skorandi leikaran í VB yvirhøvur.[5][deyð leinkja]

Føroyameistari ár 2000

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen hevur einaferð vunnið føroyameistaraheitið, tað var við VB/Sumba í 2000. Jón Pauli spældi við allar dystirnir tað fótbóltsárið og sat ongantíð á bonkinum.[6][deyð leinkja].

Altjóða fótbóltsdystir

[rætta | rætta wikitekst]

Jón Pauli Olsen hevur spælt ein dyst í altjóða høpi, tað var við VB/Sumba móti Brno í Kekkia í 1998. Jón Pauli var júst fluttur heimaftur til Føroya úr Danmark tá. Hann hevur tó ikki spælt nakran landsdyst. [7][deyð leinkja].

  1. "Sportal.fo, Fimm nýggir u-landsliðsvenjarar". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-04-01. https://web.archive.org/web/20120401160913/http://sportal.fo/grein/fimm_nyggir_u_landslidsvenjarar. Heintað 2012-11-29. 
  2. "Sportal.fo, Føroyskur stórsigur í Luksemburg". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-01. https://web.archive.org/web/20121201073830/http://sportal.fo/grein/bragdlig_byrjan_i_luksembourg. Heintað 2012-11-29. 
  3. "Sportal.fo, Eyðvør og Bára skrivaðu søgu". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-02-22. https://web.archive.org/web/20130222043946/http://sportal.fo/grein/eydvor_og_bara_skrivau_sgu. Heintað 2012-11-29. 
  4. UEFA.com