ISO 8601
Dato og tíð, tá henda síðan varð tikin niður, skrivað eftir reglunum í ISO 8601 ( ): | |
---|---|
Dato og tíð UTC (føroysk vetrartíð): |
2024-11-04T19:19:24+00:00 2024-11-04T19:19:24+00 2024-11-04T19:19:24Z 20241104T191924Z 2024-11-04T19:19Z 2024-11-04T19:19 |
Dato og føroysk summartíð: | 2024-11-04T20:19:24+01 |
Dato: | 2024-11-04 |
Mánaður: | 2024-11 |
Vika: | 2024-W45 |
Vika og dagur: | 2024-W45-1 |
Dagur: | 2024-309 |
Dato uttan ár: | --11-04 |
ISO 8601 er ein millumtjóða standardur fyri, hvussu tíðarfesting eigur at verða skrivað, so hon er eintýðug. Størri støddir koma altíð áðrenn smærri, og sum útgangsstøði verður dato skrivaður aaaa-mm-dd og klokkutíð hh:mm:ss. Dato og klokkutíð verða skild við T; loyvt er eisini at skilja við millumrúmi, um misskiljing ikki kann standast av hesum.
Danmark hevur sett standardin í gildi sum DS/ISO 8601-1:2019.
Sum dømi er 22. februar tann 53. dagurin í árinum. Og 22. februar 1966 var týsdagur (annar dagur) í áttandu viku av 1966. Dagurin kann tí eintýðugt verða skrivaður 1966-02-22, 1966-W08-2 og 1966-053. Er nóg mikið við viku, verður skrivað 1966-W08. Er nóg mikið við mánaði, verður skrivað 1966-02. Gongur árið fram av samanhanginum, kann vera nóg mikið at skriva datoin --02-22.
Klokkutíð verður skrivað við tímum, minuttum og møguliga sekundum. Tíðarsona eigur at verða upplýst, uttan so at misskiljing er útilokað.
Um veturin er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20Z ella bara 12:20, um ongin misskiljing kann standast av at koyra Z burtur.
Um summarið er høvuðstíðindasendingin í Útvarpinum á miðdegi kl. 12:20+01, 11:20Z ella, um misskiljing er útilokað, bara kl. 12:20.