Jump to content

Hveiti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Inni í USA eru akrar so langt eygað sær. Hendan myndin er tikin í Palouse í Idaho.

Hveiti er eitt kornslag. Tvey høvuðssløg eru, summar- og vetrarhveiti. Vetrarhveiti verður sádd um heystið, summarhveiti um várið. Vetrarhveitin kastar mest av sær, men tá ið vetrarnir eru alt ov kaldir, kann sákornið misfarast av frosti. Tí er tað vandin fyri baldrutum vetrum, ið ger av, hvat slagið ið velt verður. Hveiti veksur allastaðni, har hitin heitasta mánaðin kemur upp á 17 til 18 ºC, og har í minsta lagi 30 cm av avfalli koma niður í vakstrartíðini. Men mesti parturin av allari hveiti verður veltur í tempraðum og subtropiskum øki millum 30º og 50º á norðaru jarðarhálvu, og millum 30º og 40º á sunnaru. Inni í landinum í USA, t.d. í Nebraska og Oklahoma, eru akrar so langt eygað sær. Mest verður dyrkað av hveiti. Landbúnaðurin er sera framkomin. Henda ovurhonds nógva grøðin verður mest dyrkað á teimum víðu fløtunum í Miðvestri, millum ánna Mississippi og Klettafjøll. Í nógv túsund ár eru fræ úr teimum bestu plantunum vald burturúr. Í USA er komið fram til serligt hveitislag, sum stendur ímóti bæði soppum og skordýrum, og eisini fruktar væl.

Á fløtunum í USA, Ukraina, Argentina, Kina, Russlandi og Australia verður velt ekstensivt við stórum maskinum og lítlari arbeiðsorku. Vanliga er tað so har, at hveiti verður velt á sama stað ár undan ári. Í tættari bygdum økjum í Pakistan, Eysturevropa, India og Kina verður hveitin dyrkað intensivt. Tá verður nógv arbeiðsorka løgd í smærri markir og í skiftisvelting við annan gróður, t.e. at skift verður millum hviti og ymiskan annan vøkstur. Á tann hátt verða evnini í jørðini nýtt betur, og vandin fyri sjúkum minkar.

Framleiðslulond

[rætta | rætta wikitekst]
Framleiðsla
(mió. tons)
# Land 2009 2010 2011 2012 2014 2016
1 Fólkalýðveldið Kina Fólkalýðveldið Kina 115 115 117 126 126 132
2 India India 80 80 86 95 96 93
3 Russland Russland 61 41 56 38 60 73
4 USA Sameindu Statirnir Í Amerika 60 60 54 62 55 63
5 Kanada Kanada 26 23 25 27 29 30
6 Frakland Frakland 38 40 38 40 39 29
7 Pakistan Pakistan 24 23 25 24 26 26
8 Ukraina Ukraina 20 16 22 16 24 26
9 Týskland Týskland 25 24 22 22 28 24
10 Avstralia Avstralia 21 22 27 30 25 22
11 Turkaland Turkaland 20 19 21 20 19 21
12 Argentina Argentina 9 15 14 11 14 19
13 Kasakstan Kasakstan 17 9 22 13 13 15
14 Stóra Bretland Stóra Bretland 14 14 15 13 17 14
15 Iran Iran 13 13 13 14 11 11
Heimurin 686 651 704 675 734 749
Kelda: Matvøru- og Landbúnaðarfelagsskapur Sameindu Tjóða [1][2]

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-13. https://web.archive.org/web/20110713020710/http://faostat.fao.org/site/339/default.aspx. Heintað 2014-10-12. 
  2. Crops Data , fao.org
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið