Fenheykur
Appearance
Fenheykur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Fenheykur (frøðiheiti - Circus cyaneus) eigur á heiðum og í fenum um meginpartin á norðurhálvuni og í Suðuramerika. Hann eigur ikki í Grønlandi. Í Norðuratlantshavi eru tilsamans færri enn 100 pør í Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjum. Har tekur fenheykurin smá gnagdýr og fugl, til dømis heiðarýpur. Hann er flytifugl og í flytíðini kann hann bera við norðari í Atlantshavi.
Veingirnir eru langir. Upp ímillu heldur hann teimum sum eitt V. Gamlir steggjar eru ljósablágráir, veingjarbroddarnir eru svartir. Flogið á fenheyki er mest sum á válki, men hann tykist størri, og tað er bæði, tí at hann hevur so langt vel, og sum hann flýgur, sveimar og leitar uppi yvir fjallaheiðini.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]