1933
Appearance
Árstal |
1930 1931 1932 – 1933 – 1934 1935 1936 |
Áratíggju |
1920-árini – 1930-árini – 1940-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1933 (MCMXXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum sunnudegi.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 5. januar - Farið verður undir bygging av Golden Gate brúnni í San Francisco, USA.
- 15. januar - Politiskur ófriður í Spania hevur við sær at umleið 100 lata lív.
- 30. januar - Adolf Hitler verður útnevndur kanslari í Týsklandi av forsetanum Paul Von Hindenburg.
- 17. februar - Amerikanska blaðið Newsweek kemur út á fyrsta sinni.
- 27. februar - Eldur tekur seg upp í týska Reichstag bygninginum. Eldurin er ásettur av einum hollenskum kommunisti.
- 3. mars - Ein jarðskjálvti í Japan hevur við sær at 3000 lata lív.
- 4. mars - Franklin D. Roosevelt tekur við embæti forseta USA av Herbert Hoover.
- 10. mars - Jarðskjálvti í Long Beach, Kalifornia í USA hevur við sær at 117 lata lív.
- 20. mars - Dachau, fyrsta týska týningarlegan stendur liðugt bygd. Legan opnar 22. mars.
- 23. mars - Týska tingið (Reichstag) útnevnir Adolf Hitler sum einræðisharra yvir Týsklandi
- 24. mars - Jødar heita á fólk um at boykotta týskar vørur.
- 27. mars - Japan tekur seg úr League of Nations.
- 1. apríl - Nývaldi Naziflokkurin í Týsklandi setur í verk ein dags boykott av øllum virkjum átt av Jødum.
- 3. apríl - Flogið verður yvir Mount Everest fyri fyrstu ferð í flogfari.
- 5. apríl - Altjóða Dómstólurin í Haag avger at Grønland hoyrir undir Danmark, og átalar Noreg fyri landgongd í eystara parti av landinum. Noreg góðkennir dómin, og tekur seg úr landinum.
- 11. apríl - Flogskiparin Bill Lancaster fer á flog frá Englandi. Kursur er settur í móti Góðvónarhøvdini (Cape of Good Hope) í Suðurafrika, men flogskiparin hvørvur sporleyst. Lík hansara verður funnið í Sahara oyðimørkini 29 ár seinni í 1962.
- 24. apríl - Jehovas Vitnir í Nazitýsklandi verða dømd fyri fyrstu ferð vegna noktan av hertænastu. Umleið 10.000 verða handtikin ímillum 1933 og 1945, harav eini 2.000 verða send í týningarlegur.
- 26. apríl - Gestapo loyniløgreglan verður sett á stovn í Týsklandi av Herman Göring.
- 8. mai - Mohandas Ghandi fer undir 3 vikna hungurverkfall.
- 10. mai - Naziflokkurin skipar fyri stórari bókabrenning í Týsklandi.
- 6. juni - Fyrsti Drive-In biografurin opnar í New Jersey, USA.
- 21. juni - Allir ikki-Nazi felagskapir verða bannaðir í Týsklandi.
- 4. juli - Mahatma Ghandi verður dømdur fongsulsrevsing í India.
- 15. juli - England, Italia, Frakland og Týskland skriva undir "Four-Power" avtaluna.
- 22. juli - Amerikanarin Wiley Post verður fyrsti maður til at flúgva runt um jørðina. Túrurin tók 7 dagar, 18 tímar og 45 minuttir.
- 12. august - Winston Churchill talar fyrstu ferð alment um hætturnar ið kunnu stavast av týsku stórmaktini.
- 25. august - Jarðskjálvti í Kina hevur við sær at 9.000 lata lív.
- 7. oktober - Air France verður stovnað, eftir at 5 fronsk flogfeløg leggja saman. Samlaði flotin við stovnanina er 250 flogfør.
- 14. oktober - Týskland boðar frá at landið tekur seg úr League of Nations.
- 17. oktober - Albert Einstein kemur til Amerika, eftir at hava flýggjað frá Nazitýsklandi. Hann fær starv við háskúlan í New Jersey.
- 5. desember - Brennivínsforboðið verður avtikið í USA virkandi frá 15. desember.
- 24. desember - Tokvanlukka í Fraklandi hevur við sær at meir enn 200 lata lív.
- 26. desember - Bilframleiðarin Nissan verður settur á stovn í Tokyo, Japan.
Ókendar dagsetningar
[rætta | rætta wikitekst]- Charles Lindbergh vitjar á Tvøroyri.[1]
- Kannabis verður bannað í USA.
- Hungursneyð herjar í Ukraina.
- Jimmie Angel verður fyrstur (uttan innføddra) at finna Angel fossarnar. Fossarnir verða nevndir eftir honum.
- 15 milliónir eru arbeiðsleys í USA.
- Meksikanska Indiánara kríggið tekur enda eftir 414 ár.
List
[rætta | rætta wikitekst]Filmar
[rætta | rætta wikitekst]- King Kong (frumsýndur í New York City 2. mars)
- Walt Disney's Silly Symphony: Three Little Pigs (frumsýndur 27. mai)
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltur
[rætta | rætta wikitekst]Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 18. februar - Yoko Ono, japonsk sang og listarkvinna, einkja John Lennon.
- 14. mars - Michael Caine, enskur sjónleikari (Alfie)
- 14. mars - Quincy Jones, amerikanskur tónleikari (d. 2024)
- 9. apríl - Jean-Paul Belmondo, franskur sjónleikari (d. 2021)
- 30. apríl - Willie Nelson, amerikanskur country sangari og tónaskald
- 3. mai - James Brown, amerikanskur sangari og "The Godfather of Soul" (d. 2006)
- 25. mai - Jógvan Sundstein, føroyskur løgmaður frá 1989-1991 (d. 2024)
- 8. juni - Joan Rivers, amerikanskur skemtari (d. 2014)
- 10. juni - Jacob Lindenskov, føroyskur deildarstjóri og politikari (d. 2018).
- 11. juni - Gene Wilder, amerikanskur sjónleikari (See No Evil, Hear No Evil) (d. 2016)
- 10. september - Karl Lagerfeld, týskur mótasniðgevi (d. 2019)
- 19. november - Larry King, amerikanskur talkshow vertur (d. 2021)
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 5. januar - Calvin Coolidge, amerikanskur forseti (f. 1872)
- 20. juni - Clara Zetkin, týskur politikari og stríðskvinna fyri kvinnurættindum (f. 1857)