Montserrat
Appearance

Montserrat er ein oyggj í Vesturkaribiska havinum, ið hoyrir politiskt til Stóra Bretland.
Oyggin liggur í ein landsynning úr Nevis, í ein útsynning úr Antigua og í ein útnyrðing úr Guadeloupe. Hon er 16 km til longdar og 11 km breið. Í 2018 búðu 5.315 fólk á Montserrat.[1]
Høvuðsstaðurin var Plymouth, sum fullkomiliga varð lagdur í oyði, síðan gosfjallið Soufriere Hills fór at goysa ógvusliga í 1995. Tveir triðingar av oyggjabúgvunum máttu síðan flýggja frá oynni. Nýggi høvuðsstaðurin verður bygdur í Little Bay, men í løtuni er Brades fyribils høvuðsstaður.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða, gov.ms
- Montserrat, wikivoyage (á enskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Montserrat Archived 2020-04-24 at the Wayback Machine, The World Factbook, cia.gov