Lesbos
Lesbos (Grikskt mál: Λέσβος / Lesvos, eisini nevnd Μυτιλήνη Mytilini eftir høvuðsbýnum Mytilene) er ein griksk oyggj í landnyrðingspartinum av Egearahavinum. Oyggin er 1.632 km2 til støddar og hevur 32 km strandalinju. Oyggin er triðstørst av griksku oyggjunum næst eftir Kreta og Evvia. Oyggin hevur stutta frástøðu til Turkaland, bert Mytilini Sundið skiljur oynna frá Turkalandi. Lesbos er ein regional eind og kommuna í Norður Egearaøkinum (Περιφέρεια Βορείου Αιγαίου). Norður Egearaøkið er eitt av 13 økjum (regiónum) í Grikkalandi, frá 1987 til 2011 vóru tríggjar oyggjar í hesum økinum, hinar báðar vóru Khios og Samos. Síðan 1. januar 2011 eru tvær oyggjar komnar afturat, tær eru Ikaria og Lemnos. Fólkatalið á Lesbos er umleið 90.000, harav býr umleið ein triðingur í høvuðsbýnum Mytilini í landssynnings partinum av oynni. Restin av íbúgvunum búgva í smærri býum og bygdum á allari oynni. Teir størstu býirnir eru: Kalloni, Gera, Plomari, Agiassos, Eresos, and Molyvos (tað forna Mythymna).
Keldur
rætta
Slóðir
rætta