Jurij Gagarin
Jurij Aleksejevitj Gagarin (russiskt: Юрий Алексеевич Гагарин; føddur 9. mars 1934 í Klusjino, Smolensk Oblast, deyður 27. mars 1968 í Novoselovo, Vladimir Oblast) var sovjetrussiskur rúmdarmaður. Hann var fyrsta menniskjað í rúmdini.[1][2]
Jurij Gagarin gjørdist heimskendur í 1961, tá tað eydnaðist honum sum fyrsti maðurin yvirhøvur at fara út í rúmdina.[3] Hin 12. apríl sat hann einsamallur í rúmdarfarinum Vostok 1, meðan tað fleyg eina ferð kring knøttin.[4] Eftir 108 minuttum í ringrás um jørðina lendi Gagarin á einum akri við bygdina Smelovka, tætt við býin Ternovskij í Saratov økinum.
Anna Takhtarova, kona skógarvørðin í bygdini, setti niður epli tann dagin. Hon helt at tað mundi vera eitt skrímsl, tá hon fyrst sá henda fremmanda mannin ílatin í einari appilsingulari rúmdardrakt við hvítum hjálmi. Men Gagarin segði við hana: "Eg eri ein av tykkum".[5]
Gagarin var eisini tann fyrsti sum nevndi Jørðina "ta bláu gongustjørnuna".[5]
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Gagarin áðrenn fráferðina.
-
Gagarin í rúmdarfarinum Vostok 1
-
Vostok-rakettin áðrenn fráferðina.
-
Farleiðin
-
Vostok 1 eftir lendingina úr rúmdini.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Rúmdarferðin hjá Vostok 1 hin 12. apríl 1961: Восток-1, roscosmos.ru (á russiskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "ФЕДЕРАЛЬНОЕ КОСМИЧЕСКОЕ АГЕНТСТВО (РОСКОСМОС)". 2016-05-28. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-05-28. http://archive.today/gPnmT. Heintað 2021-04-07.
- ↑ Yuri Gagarin, esa.int
- ↑ Fyrstu astronautarnir, rumdin.fo
- ↑ Восток-1, roscosmos.ru
- ↑ 5.0 5.1 Vor 60 Jahren: Gagarin fliegt als erster Mensch ins All, grenzecho.net