AaB Fodbold
Fult navn | Aalborg Boldspilklub | ||
---|---|---|---|
Stutt navn | AaB | ||
Stovnað | 13 mai 1885 | ||
Vøllur | Nordjyske Arena, Aalborg | ||
Kapasitetur | 13 800 | ||
Eigari | AaB A/S | ||
Sports director | Allan Gaarde | ||
Deild | Superliga | ||
2023-24 | 1. division, 2. pláss | ||
Heimasíða | Heimasíða | ||
|
AaB Fodbold,[1] eisini nevnt Aalborg BK[2] ella AaB,[3] er eitt professionelt fótbóltsfelag í danska ítróttafelagnum Aalborg Boldspilklub, við bústaði í Aalborg. Besta liðið í mansfótbólti spælir í donsku Superliguni og hevur vunnið fýra donsk Superliga meistaraheiti og tríggjar ferðir hava teir vunnið donsku steypakappingina DBU Pokalen. Seinasta steypið vunnu teir í 2014, tá ið teir vunnu greipuna, tvs. danska meistaraheitið og steypakappingina.
AaB gjørdist tað fyrsta danska fótbóltsfelagið nakrantíð at luttaka í UEFA Champions League bólkaspælinum, tað var í 1995. AaB megnaði eisini at kvalifisera seg til Champions League 2008–09 og kvalifiseraði seg til UEFA Cup í sama kappingarári við at enda á triðja plássi í teirra Champions League bólki.
Føroyski landsliðsleikarin Gilli Rólantsson spældi við AaB frá 2014 til august 2016, hann spældi 24 landskappingardystir fyri AaB. Hallur Hansson og Pól Jóhannus Justinussen hava eisini spælt við AaB.
Keldur
- ↑ Årsrapport for 2009 Archived 2010-12-12 at the Wayback Machine, Aalborg Boldspilklub A/S, p.28
- ↑ Denmark – Danish Super League UEFA.com
- ↑ AaB[deyð leinkja] Danish Football Association