Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun. Føroya Løgting samtykti í 2014, at farast skuldi undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna (Sandoyartunnilin) í seinasta lagi í 2018. Eftir ætlan skal tað vera koyrandi millum oyggjarnar í 2021.[2]

Skopun
Skopen (danskt)
Bygd
Skopunar havn.
Skopunar havn.
Land  Føroyar
Sýsla Sandoya sýsla
Oyggj Sandoy
Kommuna Skopunar kommuna
Íbúgvar 446 (2015)[1]
Postnummur FO-240
Markatal -
Skopun.

Streymurin er harður í Skopunarfirði.

Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndur og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólátnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk.

Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið.

Havnarlagið

rætta

Tann fyrsta havnin varð bygd í 1924-25 og var liðug í 1926.

Áhugaverd støð

rætta
  • Kirkjan, vígd 1897.
  • Minnisvarði teirra sjólátnu.

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  2. "nordlysid.fo, Fráboðan um politiska semju um Eysturoyar- og Sandoyartunnil". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305031503/http://www.nordlysid.fo/frabodan+um+politiska+semju+um+eysturoyar+og+sandoyartunnil.html. Heintað 2014-05-09. 
  • Skopunar Havn. Í: Mondul nr. 3/1981.

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið