Símun av Skarði (3. mai 1872 - 9. oktober 1942) var fólkaháskúlastjóri í Tórshavn. Hann var lærari og stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Setti saman við Rasmusi Rasmussen háskúlan á stovn 1899. Var eisini skald, yrkti m.a. tjóðsangin "Tú alfagra land mítt". Saman við Símun Paula úr Konoy gav hann út fyrsta føroyska barnablaðið, Ungu Føroyar (1907-10 og 1914-15). Símun av Skarði var í nøkur ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Útgivið

rætta
 
Háskúlamenninir Símun av Skarði høgrumegin og Rasmus Rasmussen (Regin í Líð) vinstrumegin.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið