Le Corbusier (Charles-Édouard Jeanneret-Gris) (6. oktober 1887 í La Chaux-de-Fonds, Sveis27. august 1965 í Roquebrune-Cap-Martin, Frakland) var ein sveisiskt føddur arkitektur, møbularkitekt, býarplanleggjari, rithøvundur, myndahøggari og listamálari, og ein av teimum týdningarmiklu persónunum innan modernismuna. Hann varð føddur í Sveis, men gjørdist franskur ríkisborgari í 1930.

Le Corbusier í 1964

Hann var pionerur og gjørdi nógv fyri at betra um livivilkorini hjá íbúgvum í tætt bygdum býum. Hansara karriera fevndi um fimm áratíggju, har bygningar, ið hann hevði teknað, vóru bygdir ymsastaðni í heiminum: í Miðevropa, India, Russlandi og ein í Norðuramerika og ein í Suðuramerika. Hann gjørdi uppskot um, hvussu man kundi út- ella umbyggja býirnir São Paulo, Rio de Janeiro og Montevideo (1929), Genève, Antwerpen og Stockholm (1933).

Hann móttók Frank P. Brown Medaljuna og AIA Gull Medaljuna í 1961. Hann doyði undir einum svimjitúri í Miðjarhavinum við býin Roquebrune-Cap-Martin í Fraklandi, har hann búði í eini smáttu seinastu árini av lívinum.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið