Indonesia
| |||
Tjóðarslagorð: "Bhinneka Tunggal Ika" | |||
Tjóðsangur: "Indonesia Raya" | |||
Alment mál | Indonesiskt | ||
Høvuðsstaður | Jakarta | ||
Forseti | Joko Widodo | ||
Varaforseti | Ma'ruf Amin | ||
Fullveldi | 27. desember 1949 (frá Niðurlondum) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,919,440 km² 4,85 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
237 424 363 123,76/km² | ||
Gjaldoyra | Rupiah (IDR) | ||
Tíðarøki | UTC +7 UTC +8 UTC +9 | ||
Økisnavn á alnetinum | .id | ||
Telefonkota | +62
| ||
Indonesia (Lýðveldið Indonesia) er eitt av fólkaríkastu londum í heiminum. Indonesia liggur í landsynningshorninum av Asia, tað er eitt oyggjaland, har eru umleið 17.508 oyggjar. Har eru 33 provinsar og fólkatalið er meir enn 238 milliónir, sum er fjórð størsta fólkatal í heiminum. Indonesia er eitt lýðveldi við forseta. Høvuðsstaðurin eitur Jakarta. Indonesar tosa nógv ymisk mál, tey tosa 742 ymisk mál og dialektir.
Landafrøði
rættaIndonesia er heimsins størsta oyggjaríki. Landið er 5.100 km langt eystur og vestur, havið er 8 milliónir km2 í vídd, og har eru tríggjar klokkutíðir. Knappliga 230 milliónir fólk búgva í Indonesia, 60% av teimum í oynni Java, hóast oyggin ikki er meiri enn 7% av víddini í landinum. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, men mangar teirra eru ógvuliga strálbygdar. Høvuðsstaðurin í Indonesia, Jakarta, við knappliga 9 mió. fólkum, er størsti býur í Landsynningsasia.
Mentan
rættaBadminton og fótbóltur er best dámdi ítróttur í Indonesia. Lokalar ítróttargreinar eru eisini. Í Indonesia búgva umleið 300 ymiskir etniskir bólkar, sum hvør hevur síni mentanarligu serligu eyðkenni. Indonesia hevur ríkt mentanarlív, sum er ávirkað av indiskari, arabiskari, kinesiskari og europeiskari mentan. Indonesiskur matur er ymiskar, an uppá hvar í Indonesia ein er staddur. Tey brúka nógv rís afturvið matinum. Fiskur og høsnarungi verður nógv brúktur til høvuðsrættir. Tey brúka nógv kokosmjólk og kryddurtir sum kili er nógv brúkt. Indonesiskur siðbundin tónleikurer m.a. gamelan og keronkong. Dangdut er eitt vælumtókt nýmótans slag av pop tónleiki, sum hevur fingið íblástur frá arabiskum, indiskum og malaysiskum tónleiki. Tær elstu skriftirnar ið man hevur funnið í Indonesia er Sanskrit frá 5. øld. Nógv fólk í Indonesia hava sterkar munnligar siðvenjur, sum hevur hjálpt teimum at varðveita teirra egna mentunarliga samleika. Tá Suharto varð forseti vóru strangar reglar sum settu mørk fyri útlendskum fjølmiðlum at gera seg galdandi í Indonesia, og sum hevði strangt eftirlit við egnum miðlum eisini, men nú er tað nógv fríðari. Tað eru umleið 10 lokalar, privatar sjónvarpsrásir, sum kappast móti tí almennu rásini TVRI. Í september 2009 var mett, at internet nýtslan var 12,5% í Indonesia. Yvir 30 milliónir fartelefonir verða seldar hvørt ár í Indonesia, og harav eru 27% av teimum lokal merki.
Myndarøð
rætta-
Kort yvir Indonesia og grannalondini.
-
Jakarta, høvuðsstaðurin í Indonesia.
Keldur
rætta
Slóðir úteftir
rættaStjórnin
rætta- Stjórnin í Indonesia Archived 2012-02-17 at the Wayback Machine
- Minister of The State Secretary
- Antara.co.id.en Tjóðar tíðinda portalur
- Hagstova
- Chief of State and Cabinet Members Archived 2013-09-15 at the Wayback Machine
Almenn kunning
rætta- Indonesia Archived 2009-04-26 at the Wayback Machine
- Kunning um at ferðast í Indonesia