13. juni
dagfesting
<< | Juni 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | |||||
3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9 |
10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 | 16 |
17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 | 23 |
24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 | 30 |
MMXXIV |
13. juni er dagur 164 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 165 um skotár). Tað eru 201 dagar eftur av árinum.
Hendingar
rætta- 1308 - Erlendur biskupur doyr í Bergen.
- 1525 - Martin Luther giftist Katharinu von Bora og brýtur lógina, ið bannar rómversk-katólskum prestum og munkum at giftast.
- 1774 - Rhode Island í USA bannar innflutning av trælum.
- 1917 - Fyrri heimsbardagi: Týskland bumbar London. 162 lata lív, har ímillum 46 børn, og 432 onnur koma til skaða.
- 1927 - Charles Lindbergh verður fagnaður við skrúðgongu í New York City, eftir at hava flogið fyrstur manna tvørtur yvir Atlantshavið.
- 1955 - Fyrsta diamantminan í Sovjetsamveldinum verður funnin.
- 1978 - Ísraelski herurin tekur seg aftur úr Libanon.
- 1997 - Fyrrverandi amerikanski hermaður Timothy McVeigh verður dømdur til deyða fyri bumbuatsóknina í Oklahoma í 1995.
- 2000 - Italia náðar Mehmet Ali Agca, turkiska byrsumannin, ið royndi at myrða Jóhannes Páll II páva í 1981.
- 2005 - Dómstólurin í Santa Barbara, Kalifornia, fríkennir poppsangaran Michael Jackson, ið er ákærdur fyri at hava kynsliga misnýtt 13 ára gamla Gavin Arvizo.
- 2005 - Írskt verður alment mál í Evropeiska Samveldinum.
Ítróttur
rættaFótbóltur
rætta- 1973 - Hetland - Føroyar 5-1 (4-1) í Seafield.
- 2015 - Føroyar - Grikkaland 2-1 (1-0) á Tórsvølli. Málini fyri Føroyar gjørdu Hallur Hansson (32') og Brandur H. Olsen (70').
Føðingar
rætta- 1813 - Andreas Christian Lützen, lærari og keypmaður í Tórshavn, løgtingsmaður (d. 1874)
- 1831 - James Clerk Maxwell, skotskur alisfrøðingur og støddfrøðingur (d. 1879).
- 1840 - Augusta Lundin, svenskur klædnasniðgevi (d. 1919)
- 1856 - Sørin Emil Müller, fulltrúi hjá amtmanninum, seinni fútanum, reiðari og jarðarbrúkari (d. 1922)
- 1865 - William Butler Yeats, írskur rithøvundur og Nobelvirðisløn-vinnari í bókmentum (d. 1939)
- 1888 - Fernando Pessoa, portugisiskt skald og rithøvundur (d. 1935)
- 1901 - Tage Erlander, svenskur ríkisráðharri (d. 1985)
- 1935 - Christo, bulgarskur/amerikanskur listamaður (d. 2020)
- 1944 - Ban Ki-moon, suðurkoreanskur aðalskrivari hjá Sameindu Tjóðum.
- 1949 - Niels Midjord, føroyskur sangskrivari og sangari (d. 2022)
- 1951 - Stellan Skarsgård, svenskur sjónleikari
- 1953 - Tim Allen, amerikanskur sjónleikari
- 1969 - Søren Rasted, danskur tónleikari (Aqua)
- 1974
- Steve-O, amerikanskur sjónleikari og stuntmaður (Jackass)
- Selma Björnsdóttir, íslensk songkvinna og sjónleikarinna
- 1981 - Chris Evans, amerikanskur sjónleikari
- 1986
- Måns Zelmerlöw, svenskur poppsangari
- Kat Dennings, amerikonsk sjónleikarinna
- Mary-Kate Olsen, amerikonsk sjónleikarinna
- Ashley Olsen, amerikonsk sjónleikarinna
- 1996 - Kodi Smit-McPhee, avstralskur sjónleikari
Andlát
rætta- 1308 - Erlendur biskupur í Kirkjubø.
- 1986 - Benny Goodman, amerikanskur jazztónleikari (f. 1909)
- 1987 - Geraldine Page, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1924)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |